Orð: Jóannes Hansen
Myndir: Jan Müller
Tað er ikki so langt síðani, at ungdómar við studentarhúgvu vóru sum lundar á jólanátt. Fram til 1982 var bara ein studentarskúli í Føroyum, og hann var í Hoydølum. Fyrst í sjeyti árunum øktist áhugin fyri klassisku ungdómsútbúgvingini nógv. Fyri einari viku síðani savnaðust umleið áttati føroyingar at hátíðarhalda, at tað nú er liðin ein fjórðings øld, síðani tey fóru úr Hoydølum.
Tá tey fóru í studentaskúlan í 1972, var næmingatalið størri, enn tað hevði verið frammanundan. Áhugin fyri víðari útbúgving vaks skjótt, og í 1974 varð gjørt av, at hægri fyrireikingarprógv ella HF, sum tað varð kallað í Danmark, og sum tað eisini varð nevnt í Føroyum, skuldi setast á stovn. Í skundi varð farið undir fyrireikingarnar, og kunngerðirnar vóru ikki fingnar upp á pláss, tá fyrstu næmingarnir komu á skúlan.
HF skeið vóru umframt í Hoydølum eisini í Suðuroy og í Klaksvík, og í 1980 varð ein deild av HF skeiðnum í Klaksvík latin upp við Gøtugjógv. Upprunaliga ætlanin við HF skeiðunum var, at hetta skuldi vera ein møguleiki hjá teimum at koma innaftur í skúlaskipanina, sum høvdu verið burturfrá í nøkur ár. Veruleikin vísti seg at gerast, at í Norðoyggjum og Suðuroy og seinni í Eysturoy valdu ungdómarnir HF framum studentaskúlan, tí tað var høgligari at búgva við hús og røkja skúlan, enn hjá teimum, sum noyddust til Havnar.
Gongdin hevði við sær, at studentaskúli varð settur á stovn í Eysturoy í 1982, og miðskeiðis í níti árunum var HF skeiðið í Suðuroy niðurlagt og avloyst av studentaskúlanum.
Men í 1972 fóru øll tey, sum ætlaðu sær at taka studentsprógv, og sum ikki vildu fara av landinum (millum ungdómar í Suðuroy var tað vanligt at fara til Danmarkar at ganga í studentaskúla) í Hoydalar.
At ungdómar av bygd hildu til í høvuðsstaðnum hevði við sær, at samanhaldið gjørdist betri, enn tað ivaleyst hevði verið, um hvør fór í sítt herðashorn eftir skúlatíð hvønn dag, og nógv at tí, sum var frammi fyri einari fjórðingsøld síðani, var havt á lofti leygardagin.
Tað var t.d. meðan hesir næmingarnir gingu í Hoydølum, at skúlagongdin leygardag var steðgað. Næmingarnir av bygd vóru áhugaðir í at sleppa til hús seinnapartin fríggjadag í staðin fyri aftaná døgurða leygardag. Tað gekk striltið at fáa ynskið gjørt til veruleika, men so veittu arabararnir bygdaungdómunum eina hjálpandi hond. Oljuprísirnir fóru upp í topp, og tað hevði ta fyrru oljukreppuna við sær. Seint í 1973 varð nógv gjørt fyri at spara upp á dýru oljudroparnar. Bilkoyringin eftir midnátt varð steðgað hjá øllum uttan hýruvognunum og teimum, sum tað var mett at vera alneyðugt at koyra hjá. Ljósini í sýnisgluggunum skuldi sløkkjast á midnátt, og fyri skúlaungdómarnar var tað kærkomið, at tað varð mett at vera neyðugt, at skrúva fyri hitanum í almennum bygningum fríggjakvøld og at skrúva frá aftur seint sunnukvøld.
Ógvusligu tiltøkini vórðu skjótt tikin av skránni, men síðani tá hevur tað ikki verið vanlig skúlagongd leygardag í føroyska fólkaskúlanum og í miðnámsskúlanum.
Málstríðið
Í 1975 vóru fýra 3. g flokkar. Longu klokkan hálvgum tíggju leygarmorgunin hittust næmingarnar í heimunum hjá fýra floksfeløgum. Har fingu tey morgunmat, og so var farið út á Velbastaðháls og haðani niðan á Reynsmúlalág, har tað varð skipað fyri fundi.
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, var ein av næmingunum í 3. x í 1975. Vegna studentarnar helt hann tað árið røðuna á pisufundinum í plantaguni. Óli Jacobsen, sum bæði var formaður í Fiskimannafelagnum tá og nú, var gestarøðari. Ivaleyst ein av teimum heilt fáu gestarøðarunum, sum sjálvur ikki hevur gingið í studentaskúla.
Síðsta leygardag helt Jógvan Jespersen røðuna í Reynsmúlalág. Røðan, sum útvarpsstjórin helt fyri einari fjórðingsøld síðani, er prentað í bóklingi um málstríðið í Hoydølum, sum varð givin út í 1976.
Fram til 1972 var skipanin soleiðis, at tað bar bara til at taka nýmálsligt og matematiskt?fysiskt studentsprógv.
Í 1972 stóð tað bæði málslingunum og matematikarunum, sum fóru í 2. g, í boði at velja samfelagsliga linju, og í 1973, tá tey, sum vóru samankomin leygardagin fóru í 2. g, var eisini høvi at velja biologiska linju.
Málstríðið í Hoydølum kom í kjalarvørrinum av broytingunum. Tá næmingarnir í 1974 fóru til munnliga próvtøku í samfelagsfrøði, var próvdómarin hjá Zachariasi Wang dani, og hann skilti ikki føroyskt. Tveir næmingar, Elin Henriksen og Herman Oskarson, tosaðu á føroyskum. Lærarin kunnaði tey um, at próvdómarin skilti ikki tað, tey søgdu, men tey bæði hildu fram á føroyskum, og so bar ikki til at geva teimum karakter, og tí fingu tey einki prógv.
Í 1975 varð stríðið víðkað. Myndugleikarnir høvdu ikki tikið biologi og samfelagsfrøði út sum próvtøkulærugreinir. Men hesa ferð kravdu næmingarnir, at teir fingu loyvi í skrivligu próvtøkuni at orða seg á føroyskum.
Nógv fundarvirksemi stóðst av kravinum. Skúlin, landsstýrið, ríkisumboðið, donsku skúlamyndugleikarnir og næmingarnir tosaðu og skrivaðu. Endin var, at næmingarnir fingu loyvi at skriva á føroyskum, um teir ynsktu tað, men tað var ein treyt, at uppgávurnar skuldu umsetast til danskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.
Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.
Stórar broytingar
Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.
Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.
Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.
Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.
? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.
Hugnalig samvera
Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.
? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.
Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!
Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.
Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.
Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur
Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking










