Flóvin Eidesgaard til umrøðu í tinginum

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, vildi vita, hvussu ein politiskur vinmaður hjá løgmanni fekk starv á løgmansskrivstovuni

Flóvin Eidesgaard er settur í starv sum ráðgevi í Tinganesi. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, vildi vita, hvussu hetta er gingið fyri seg og hví ein lýsing var broytt, so hon passaði til politiska vinmann løgmans.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði, at setanin var farin fram eftir galdandi reglum. Han segði eisini, at Flóvin Eidesgaard, búskaparfrøðingur, ikki var fluttur av lønarlistanum hjá Javnaðarflokkinum til almenna lønarlistan.

-Tað er rætt, at Flóvin Eidesgaard var á lønarlistanum hjá Javnaðarflokkinum, men tað var nakrar mánaðir í 2011, segði løgmaður.

 

Orðaskiftið helt fram og tingfólk vildu vita um løgmaður heldur, at hendan mannagongdin er í lagi. Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin, helt, at tað er í lagi at seta ein politiskan ráðgevara, men ivaðist í, um hendan sníkibyrjanin var rætti vegurin at ganga.

 

Jacob Vestergaard vendi aftur til spurningin um, hví upprunaliga lýsingin varð broytt, so hon passaði til politiska vinmann løgmans.

 

-Eg haldi, tað er ómetaliga groft at pástanda, at talan er um eina politiska setan og at lýsingin er snikka til, so hon hóskar til ein ávísan persón. Talan var í veruleikanum um 17 umsóknir - og setanarbólkurin valdi at innstilla Flóvin Eidesgaard inn sum nummar eitt, segði løgmaður at enda.