Flottur, flottur tónleikur

Flottur, flottur tónleikur er eitt av teimum nógvu góðu skotsmálunum, ið Gestir fløgan Burtur Frá Toftunum fær í ummælið á tónleikaheimasíðuni geiger.dk.

Tónleikur

Síðan fløgan kom út, hevur hon fingið rættiliga nógv sera jalig ummælið í útlandinum. Tað nýggjasta ummælið er á heimasíðuni geiger.dk, og tað er tað jaligasta higartil. Í einum drúgvum og sera umfatandi ummælið verður hvør einstakur limur í bólkinum róstur fyri bæði sín egna leiklut, og fyri evnini at passa inn í heildina. Eitt lag fyri og annað eftir verður róst til skíggjarnar, eitt nú verður skrivað um Hvørt Fótafet, at lagið er flottur, flottur tónleikur
Eisini húsin fær sera jaligt ummælið og verður skírdur sera hóskandi til fløguna.
Ummælið endar við: ....man skilur í øllum førum somikið, at Burtur frá toftunum er eitt brak av eini debut, sum ikki einans eigur at lata eygu og oyru upp í Danmark, men sum eisini hevur altjóða møguleikar. Lurti eftir henni. Vit skapa bara ikki melankolskan, hárøddaðan indie tónleika á einum støði, ið á nakran hátt kann samanberast við hetta, herniðri í suðuri – og faktisk heldur ikki so nógva aðra staðni.
Les ummælið á: www.geiger.dk/anmeldelser/anmeldelse.php?id=2386