Flottir gamlir bilar

Eins og seinasta mánamorgun komu aftur í morgun ellisakfør á donskum nummarplátum við Norrönu. Talan er um limir í Dansk Veteranbil Klub, sum eru komir higar við 12 ymiskum vælhildnum gomlum bilum.

Í morgun kom aftur eitt ferðalag við ellisakførum at vitja. Hesaferð eru tað limir í Dansk Veteranbil Klub, sum eru komir higar við 12 ymiskum vælhildnum gomlum bilum. Dansk Veteranbil Klub er ein gamal felagsskapur, sum varð stovnaður í 1954.


Ferðaleiðari á túrinum er Erik Fey, sum eisini var ferðaleiðari á Morgan vitjanini í síðstu viku. Erik hevur ferðast nógv í Føroyum sum ferðaleiðari og hevur skrivað fleiri bøkur um føroyska list.


Í morgun hava øll ellisakførini verið í Kirkjubø, og í kvøld kl. 20 verður vitjað hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond í Havn.


Gomlu bilarnir verða annars at síggja ymsastaðni kring landið. Týsdagin gongur leiðin til Vestmanna, Kvívík, Saksun, Tjørnuvík og til Gjáar. Mikudagin verður farið í Norðoyggar, har steðgað verður á við kirkjuna við Gøtugjógv. Síðan verður koyrt til Klaksvíkar og til Viðareiðis. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu hóskvøldið 24. september.