Beint eftir stóru framsýningina av ellisakførum í Hetlandi fyrst í juni, Shetland Classic Motor Show, komu nøkur flott og áhugaverd ellisakfør til Føroya, talan var um fimm bilar og eina motorsúkklu við síðuvogni.
Bilarnir vóru: Morris Minor Traveller frá 1959, Humber Sceptre frá 1963, Humber Super Snipe frá 1966, Ford Zodiac frá 1964, Triump Spitfire frá 1974 og ein Vincent motorsúkkla frá 1947 við síðuvogni.
Fyri tveimum árum síðan skipaði Føroya Ellisakfør fyri einum túri til Shetland Classic Motor Show, sum er eitt lutfalsliga stórt tiltak við nógvum áhugaverdum akførum. Á tí framsýningini vóru motorsúkklur, persónbilar og lastbilar av kendum gomlum merkjum - væl hildin akfør í upprunastandi.









