Hjartaliga tillukku til Kim Simonsen, Óla Olsen, Margrethu Næs og til Elina á Rógvu, sum í dag hava móttikið bókmentavirðislønir á hátíðarhaldi í Mullers Pakkhúsi. Kim Simonsen fyri fagrar bókmentir, Óli Olsen fyri yrkisbókmentir, Margretha Næs fyri mentanarligt avrik og Elin á Rógvu barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Kim Simonsen krevur at vit taka okkara samtíð í álvara. “Hvat hjálpir okkum at vakna..??” Spyr hann - Og tú mást svara.
Óli Olsen hevur gjøgnum nógv ár skjalfest ein mentanararv um føroysku træskipini, sum er okkum dýrabarur. Og Elin á Rógvu er ein vulkan av hugskotum, sum fara beint í barnahjørtu. Eina ferð um árið hittast vit her í Mullers Pakkhúsi at siga takk fyri, at tað framhaldandi eru eldsálir, ið ótroyttiliga arbeiða við at skriva, við at skapa skaldskap og mentanarlig avrik burturúr hesum ríka tilfeingi. Málinum, mentanini og søguni”. Væl skrivaði søgulig avrik og yrkisbókmentir hava eitt ómetaligt virði. Skjalfesta vit einki, og halda vit uppat at undrast, so verða vit søgu- mentanarleys. Og afturat sera fátøk. At lesa eina góða skaldsøgu ella eina týdningarmikla yrking er ein uppliving fyri lívið. At lesa bókmentir saman við børnum skapar minnir og menning, sum eru lívsneyðug. Uttan tykkum, sum fáast við mál og mentan, misti málið og mentanin sín mátt og sína megi”. Enn einaferð vil eg vegna Tórshavnar Kommunu ynskja tykkum hjartaliga tillukku, og takka fyri framúr avrik. |