Flóttafólkini í Havn bíða enn eftir svari

Fyri tveimum vikum síðani skrivaði Sosialurin um tvær gentur úr Gambia, sum hava søkt friðskjól í Føroyum. Orsøkin er, at tær eru vanda fyri at verða umskornar og giftar burtur, tá tær fara aftur til Gambia, hóast tær einans eru 14 ára gamlar.

 

Tær hava verið í Føroyum og vitja familju, men meðan tær vóru her, søktu tær um friðskjól. Umsóknin um friðskjól varð beinanvegin beind víðari til røttu myndugleikarnar í Danmark, sum skulu gera av, hvør víðari lagnan hjá gentunum báðum verður.

 

Hildur Hentze, kanningarleiðari, sigur, at málið er enn til viðgerðar í Danmark, og at løgreglan bíðar eftir svari haðani. Inntil ta tíð verður einki meiri gjørt við málið.

 

Útlendingamálið er enn danskt málsøki, og tí verður umsóknin viðgjørd í Danmark.