Flóttafólk til Føroyar! Tit eru ikki í ordan

Eg veit ikki, hvat tit hugsa, tá ið tit siga, at vit skulu hava flóttafólk til Føroyar.

 

Hvar skulu tey búgva? Og hvat skulu tey liva av? Álmussu? Og hvør skal gjalda?

 

Bústaðir hevur langan lista av umsóknum um íbúð ella hús. Ungfólk, sum ætla at flyta heim aftur til Føroyar at búgva og arbeiða, stúra fyri um tey fáa nakran bústað, og nógv mugu flyta burtur aftur, tí onki høgligt innivist er til teirra.

 

Stórur partur av teimum ungu, sum hvørt ár fara niður at lesa, blíva verandi í Danmark, tí har er innivist at fáa, og betri lønarviðurskifti - og vit gomlu mugu finna okkum í at búgva har sum vit nú einaferð búgva.

 

Ikki er innivist nokk til okkum føringar, arbeiði er heldur ikki serliga nógv av til komandi ættarlið, og pengar mangla til m.a. at dagføra pensjónirnar við.

 

Sagt varð nú ein dagin frá í útvarpinum um innsavning hjá Reyða Krossi av klæðum til fátæk føroysk børn, men tíverri vóru eingir skógvar við!

 

Vit eru heilt einkult ikki før fyri at hýsa flóttafólki, fyrrenn yvirskot er fingið á fíggjarlógina, pensjónirnar fingnar á kós aftur, og bústaðarviðurskiftini eru nógv batnaði.

 

Í staðin fyri at skaffa flóttafók til Føroyar, skaffi so íbúðir til føringar, sum fegnir vilja búgva í Føroyum, men sum ikki kunnu fáa innivist her heima á klettunum.

 

Flóttafólk til Føroyar! Tit eru ikki í ordan.