Flott upphang: Lær at gera hetta

Á DIY síðunum í HON blaðnum, sum verður borðið í hvørt hús í landinum í morgin, fært tú millum annað vegleiðing til, hvussu tú kanst gera eitt sovorðið upphang, sum á myndini her.

 

 

Tað er kreativa klaksvíksdáman Birita Black, sum aftur vísur okkum skapandi evni síni, og hesu ferð ger hon tvær útgávur av hesum modernaða upphanginum úr tógvi og eini træstong.

 

 

Minst til at hyggja í postkassan í morgin, tí tá verður HON blaðið borðið út.