Flott trappa í miðbýnum í Havn

- Vit halda okkum hava eina flotta trappu - ikki minst í betru tíðini av árinum, siga tey í FK í miðbýnum í Havn.

- Vit halda okkum hava eina ógvuliga flotta trappu - ikki minst í betru tíðini av árinum, og vit hava nógv viðskiftafólk, sum koma úr ymiskum heraðshornum at keypa plantur og blómur.

 

Tað siga tey í FK í miðbýnum í Havn. Tey eru ikki sørt errin av trappuni og halda, at henda er nakað serstakt við øllum úrvalinum alskyns av plantum og blómum.

 

Sagt verður um Dr. Jakobsensgøtu, har FK-handilin er, at her er rættiliga veðurgott, og tí er heldur einki til hindurs fyri at hava pantur og blómur standandi á trappuni meginpartin av árinum.

 

- Men, sjálvandi gera vit upp aftur meira burtur úr í betru tíðini av árinum, sum nú stundar til, siga tey í FK í miðbýnum í Havn.