Flott úrslit í Melbourne

Føroysku svimjararnir, sum luttaka í HM í Melbourne í Avstralia, fingu eitt gott úrslit, tá teir vóru í hylinum í nátt Fýra føroyskir svimjarar taka í hesum døgum lut í HM í svimjing, sum verður hildið í Melbourne í Avstralia. Teir fýra føroyingarnir eru Pál Joensen, Jutta Thomsen, Kristian Olsen og Mona Simonsen.

Í nátt vóru trý av teimum so fyri fyrstu ferð í hylinum, og ikki kann sigast annað enn, at tað gekk teimum avbera væl. Tann fyrsti var Pál Joensen. Hann legði seg á odda í sínum heati mest sum alt fyri eitt, men ein av hinum svimjarunum fylgdi væl við. Tá teir báðir vendu fyri seinastu ferð hevði mótstøðumaðurin lagt seg á odda, men á síðstu 50 metrunum var eingin ivi. Pál var nógv betri í spurtinum, og so eydnaðist honum at vinna sítt heat.

Seinni í nátt skuldu so bæði Jutta og Mona í hylin, og úrslitið hjá teimum var eisini avbera gott. Tær vóru endaðar í sama heati, og her eydnaðist Monu at enda á fyrsta plássi, meðan Jutta bleiv nummar tvey.

So hetta var ein avbera góður dagur hjá føroysku svimjarunum í Melbourne.