Flott nýggjárskonsert

At vit eiga dugnaligar tón­leik­ar­ar í Føroyum prógvaði Før­oya Symfoniorkestur leyg­ar­kvø­ldið, tá ársins nýggj­árs­kon­sert var í Norð­ur­land­a­hús­i­num.

Tað er einki minni enn fan­tas­tiskt at síggja og hoyra, hvussu nógv vit hava fingið burtur hesi 30 ár­ini, og uttan iva hev­ur mus­ikk­skúl­a­skipanin og tað stóra ar­beiðið, sum har er gjørt, sín heið­ur av hesum.

Men Kringvarpið eigur sann­iliga eisini rós uppiborið fyri fram­leiðsluna.

Sera flott og stórsligið at síggja, flott og trygt. Talan var um eina góða framleiðslu, har var gott ljóð og trygg tøkni.
Hetta prógvar bara, at Kring­varpið megnar væl at gera stórar framleiðslur í Før­oy­um, sum eru krevjandi, tá ið tað kemur til ljóð, ljós og fram­leiðslu annars.

Alt var sera gott, bæði or­kest­ur, kór, framførslur – og Finn­ur Koba!

– Takk Kringvarið og takk Før­oya Symfoniorkestur!