Jenis av Rana, Løgtingslimur
-------
Út móti midnátt, týskvøldið h. 1. februar, sendi eg fjølmiðlum, portalum o.ø. grein, har eg greiddi frá arbeiðinum í stjórnarskipanarnevndini tey 10 ½ árini, eg var virkin har. M.a. skrivaði eg hetta brotið:
” Eg mynstraði av eftir 10 ½ ára starvstíð.
... eftir innanhýsis stríð var arbeiðssjakkið umskipað og nýggjur formaður valdur í oktobur sama ár. Sama dagin fekk eg loyvi frá feløgum mínum, sum tann, ið longst hevði verið við í arbeiðinum, at leggja amboðini úr hondum. Hetta var 21. oktobur 2010, eftir 10 og eitt hálvt ( 10 ½ ) ára starvstíð. ”
Fáar dagar áðrenn hesa grein, sum øll høvdu høvið at lesa í ymiskum fjølmiðlum, varð eg av sjónvarpinum spurdur um hetta sama, og har fekk eg høvið at greiða frá, hví eg hevði valt at frávelja fundarvirksemi í stjórnarskipanarnevndini. Síðani tá havi eg møtt mongum, sum meta meg hava hava víst ómetaligt tol øll hesi árini, har eitt løgtingsumboð fyri og annað eftir løgdu árar inn og fingu onnur at taka yvir arbeiði sítt í hesari maratonnevnd.
Tilvitað gloymska á Sosialinum?
Løgið at ongin á Sosialinum hevur varnast fráboðan mína- hvørki í sjónvarpinum, í bløðum ella á portalum. Man tað verða tilvitað, so høvið nú býðst at bera hálvan sannleika um, at ” Jenis skulkar hvønn fund ”. Fundir, sum eg greitt og í góðari tíð boðaði frá, at eg ikki komi at luttaka á?
Tey, sum verða boðsend at møta í rættinum vita, at tey mugu siga sannleikan, allan sannleikan og bara sannleikan. Kanska kundi sosialurin umhugsa hesa meginreglu næstu ferð trongd kemur á ” at sparka mannin ”.









