Flott kongaligt punktum

Í síðsta fótbóltsdystinum yvirhøvur í Danmark í ár var ikki pláss fyri Toda Jónsson, sum hóskvøldið var á vøllinum fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir

Í Danmark og í Norðurlondum yvirhøvur er tað, sum tað er í Føroyum. Fótbólturin hevur tað best frá apríl og inntil fyrst í oktober. So ber veðrið tað við sær, at umstøðurnar gerast minni góðar, og tað sást oftast aftur í avrikunum.
Seinastu árini er tað tó vorðið alt meiri vanligt, at størstu feløgini og harvið bestu liðini hava fingið betri umstøður. Hitarør eru løgd undir grasið, og tískil eru meiri ella minni runudýkiskendir grasvallir broyttir til grønar máttir, har tað eisini í myrku og køldu tíðini ber væl til at spæla góðan fótbólt.
Síðsta dømið um hetta var sunnudagin. Tá hittust størstu feløgini í Danmark, Brøndby og FCK, í Parkini í Royal Liguni. Knappliga 22 túsund áskoðarar nýttu seinnapartin annan sunnudag í atventini á størsta fótbóltsstadion í kongaliga býnum, og tey fingu fínt undirhald fyri atgongugjaldið.
Úrslitið var 1-1. Báðir venjararnir vóru væl nøgdir, men Brøndby venjarin, Michael Laudrup, helt eftir dystarlok, at úrslitið átti heldur at havt verið 3-3. Hann sipaði harvið til, at báðir partar høvdu havt fleiri góðar málmøguleikar.
Brøndby var omaná í 1. hálvleiki, tá ið teir eisini komu á odda. Thomas Kahlenberg, sum verður roknaður at vera ein tann besti spælarin í Danmark í ár, skoraði úr so spískum, at tað næstan ikki ber til at ímynda sær, at tað skuldi bera til at fáa mál úr tí støðuni. Tá vóru tveir minuttir eftir at fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin var heimaliðið omaná. Áskoðararnir høvdu ikki stundir at hugsa um vetur og myrkur og kulda. Tað leikaði á frammanfyri bæði málini, og málverjarnir báðir høvdu fleiri góðar bjargingar.
Tá ið FCK undan summarsteðginum tryggjaði sær meistaraskapin, var tað suðurafrikanski eykaspælarin, Elrio van Heerden, sum skoraði avgerandi málið. Bæði í málleysa javnleikinum í Tromsø hóskvøldið og sunnudagin var hann millum teir fyrstu ellivu, og tólv minuttir undan leikloki skoraði hann útjavnandi málið. Í FCK verður roknað við, at lítli og evnaríki spælarin, sum sunnudagin leingi var á miðvøllinum í høgru, men var meiri sentralur miðvallari, tá ið hann skoraði málið, næsta ár fer at fáa nógv meiri spælitíð, enn hann higartil hevur fingið. Undir venjing hevur hann leingi víst, at tað er dugur í honum.

Persónligur sigur
Todi Jónsson var ikki á vøllinum sunnudagin. Peter Møller og Zuma vóru í fremstu røð. Teir høvdu báðir góðar møguleikar at gera mál, men eykamálverjin hjá Brøndby, Zaza, bjargaði væl. Todi Jónsson var á vøllinum síðsta stóra korterið í Tromsø hóskvøldið, tá ið hann loysti Zuma av.
- Tá ið eg varð skaddur fyri trimum mánaðum síðani, hevði eg roknað við, at tað fóru at ganga seks vikur, áðrenn eg aftur var førur fyri at spæla. Tá ið tað vísti seg, at skaðin var álvarsligari enn so, setti eg mær fyri, at eg skuldi koma á vøllin aftur áðrenn vetrarsteðgin. Tí taki eg hetta sum persónligan sigur, og nú kann eg við fullari ferð fara undir fyrireikingarnar til seinnu helvt av hesum kappingarárinum, sigur Todi Jónsson.
Í FCK eru ikki allir so væl nøgdir. Vinstri vongverjin, Peter Christiansen, er so harmur um, at hann sunnudagin misti sessin og ikki var millum teir fyrstu ellivu, at hann tosar um at skifta felag. Málverjarnir, Magnus Kihlsted og Balázs Rabóczki, vóru so mikið skaddir, at teir vóru ikki førir fyri at spæla. Tí var triði málverjin Benny Gall millum stólparnar. Tað hevur leingi verið ein trupulleiki hjá FCK, at málverjarnir ikki hava verið nóg støðugir. Í gjár varð í donsku miðlunum tann møguleikin nevndur, at FCK í vetrarsteðginum fer at keypa Viborg málverjan Jesper Christiansen, sum er ein av teimum bestu í Danmark. Hann er annars sáttmálabundin at Viborg inntil á sumri í 2006.

Framvegis spennandi
Í Royal bólkinum, sum Brøndby og FCK eru í, er einki avgjørt. IFK Gøteborg er fremst við seks stigum, FCK hevur fimm, Brøndby fýra, og Tromsø hevur bara fingið stigið í javnleikinum móti FCK.
Esbjerg og OB eru eisini við í Royal kappingini. Tað hevur gingið striltið hjá Esbjerg, og teir høvdu givið skarvin yvir fyri at røkka nøkrum sum helst í kappingini, tá ið teir sunnudagin fóru á Råsunda, svenska tjóðarvøllin, í Stokholm. Púra óvæntað eydnaðist tað Esbjerg fyrsta hálva tíman at skora trý mál og harvið at vinna 3-0 á Djurgården. Og nú hava teir aftur fingið blóð á tonna í Esbjerg.
Í Odense tykist áhugin millum áskoðararnar ikki at vera eins stórur fyri hesi kappingini, sum hann er í Keypmannahavn. Bara trý túsund møttu fyri at síggja OB spæla móti Brann úr Bergen. Fáu áskoðararnir vóru í góðum hýri, tí heimaliðið vann 2-1. Hetta var fyrsta ferðin, at Brann ikki fekk fult í hesi kappingini.