Gilli Sørensen fekk enn eina ferð spæltíð í Superliguni fyri AaB. Tað gjørdi hann í 1-1 javnleikinum móti Brøndby í kvøld.
Gilli kom inn seinastu seks minuttirnar og gjørt eitt sindur um seg tað løtuna. Hann kom inn á vinstra vong og var íblandur fýra teimum næstu álopunum hjá AaB.
- Hann hevur havt nógvar bóltnertingar, síðani hann kom inn. Tú sært, at hann kann nakað, segði Per Friman, sum var viðmerkjari hjá TV3+.
Hann kláraði tó ikki at venda dystargongdini. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.










