Flott framsýning hjá Havnar Fimleikafelag

Eldru liðini hjá Havnar Fimleikafelag høvdu árligu fimleikaframsýningina í høllini á Hálsi í gjárkvøldið, og framsýningin riggaði avbera væl. Serliga kappingarliðini vóru ein fragd fyri eygað

Um vikuskiftið hevði Havnar Fimleikafelag tvær framsýningar í høllini á Hálsi. Kl. 14 var framsýningin hjá teimum yngstu í felagnum, og eftir hesa framsýningini vóru tað eldri børn, sum sluppu at vísa fram.
Hvørt ár hevur Havnar Fimleikafelag tríggjar framsýningar, og mánadagin var so triðja og síðsta framsýningin á skránni, tá ið tey elstu børnini og tey vaksnu høvdu framsýningar.

Góð byrjan
Nakrar ungar gentur í vøkrum svørtum búnum vóru tær fyrstu, sum komu út á gólvið at framføra. Tær løgdu eitt gott støði fyri kvøldið, tí teirra framførsla eydnaðist avbera væl. Samanrenningin av vøkrum rørslum á gólvinum og róliga tónleikinum gjørdi, at áskoðararnir vóru væl við beinanvegin, og hetta var júst tann rætta byrjanin uppá eina góða framførslu.
Eftir hetta komu nakrir smádreingir út á gólvið at gera reiðskapsfimleik. Teir gjørdu ymisk lop á gólvinum, og sluppu eisini at gera flott øvilsi í leysum lofti, og nú var framsýningin rættiliga komin í gongd. Fólki livdu eisini væl við, og eitt lið fyri og annað eftir komu inn á gólvið við flottum framførslum.

Stuttlig framførsla
Á leið mitt í allari framførsluni kom eitt avbera stuttligt innslag. Tá komu fyrst nakrar kvinnur inn at gera fimleik. Teir gjørdu fimleik, dansaðu og gjørdu lop av lívsins kreftum afturvið sera góðum tónleiki, og hetta riggaði sera væl. Undir teirra framførslu kom eitt lið av eldri monnum inn, og tá kvinnurnar vóru lidnar, fóru teir út á gólvið.
Teir hoppaðu og dansaðu ikki so nógv sum kvinnurnar, men teir gjørdu fimleik av lívsins kreftum, og hetta dámdi áskoðarunum. Her vóru nógvir menn á gólvinum, sum vóru væl omanfyri 50 ára aldur, og helst eisini omanfyri 60.

Dansaðu Hip-Hop
Ein onnur serlig framførsla var eisini á kvøldinum. Hetta var ikki vanligur fimleikur, sum bleiv sýndur á gólvinum, men tað sum bleiv víst var ótrúliga flott og kul. Nógvar ungar gentur komu inn á gólvið í cowboybuksum og stórum, víðum troyggjum at dansa Hip-Hop. Rútmurnar vóru sera góðar í hesi framførsluni, og dansararnir kláraðu tað ómetliga væl.
Eftir hetta vóru fleiri aðrar ymiskar framførslur á skránni. Nøkur lið vóru inni og gjørdu fimleik. Nakrir av smádreingjunum komu innaftur á gólvið at gera reiðskapsfimleik, og so vóru fleiri av eldru íðkarunum, bæði menn og kvinnur, inni á gólvinum og gjørdu reiðskap, og hetta var alt ómetaliga flott. Fleiri av eldru reiðskapsfimleikarunum royndu at gera innviklað lop, og tá tað eydnaðist, so var tað sera flott.

Kappingarliðini
Tvey av kappingarliðunum vóru við til framførslurnar hjá Havnar Fimleikafelag mánakvøldið, og hetta vóru helst størstu løturnar á kvøldinum. Draktirnar vóru ótrúliga vakrar, og tað var líkasum at man nú visti, at hetta var nakað serligt.
Tað fyrsta av kappingarliðunum, var í grønum vøkrum búnum. Tær gjørdu dansandi øvilsi til vakrar sangir, og hetta var ótrúliga flott. Áskoðararnir sótu mest sum bergtiknir av flottu framførslunum.
Síðstu sýningina á kvøldinum stóð hitt kappingarliðið fyri. Hesar vóru eisini í sera vøkrum draktum, og teirra framførsla var ikki minni bergtakandi. Tær dansaðu og hoppaðu líka inn í hjørtuni á áskoðarunum, og klappini vildu næstan ongan enda taka, tá framførslan endiliga var liðug.
Leggjast kann afturat, at tveir av fimleikarunum frá hesum kappingarliðnum vóru einsamallir inni á gólvinum mitt í framsýningini. Tær báðar genturnar dansaðu einsamallar til ein friðarligan sang, og hetta var helst mest imponerandi framførslan á øllum kvøldinum.
Sum heild var framsýningin hjá Havnar Fimleikafelag sera góð hetta kvøldið, og øll, børn og vaksin, kvinnur og menn, gjørdu kvøldið mest sum fullkomið.
Leygardagin verður so enn ein framsýning á skránni hjá Havnar Fimleikafelag. Tá verður tiltakið, Fimleikalist, nevniliga í Norðurlandshúsinum, og her fara fleiri av liðunum, sum tóku lut í antin framsýningunum leygardagin ella mánadagin, at taka lut.