Tað var snøgt sagt ein sermerkt løta at sita í Atlantis seinasta hóskvøld og síggja so framúrskarandi væl leiktan og djúpan lyndisleik, sum tann íslendska Seiggj og tár. Heitið sjálvt boðar frá eini lívslitbrá, og tað er ikki ov nógv sagt, at farið var um alla litarøðina. Litskiftini vóru bráð og lýtaleys, og áskoðararnir vóru so innlivaðir í tað lítla samfelagið á Leyvskála, at ein gott kundi hugsað sær at fylgt teimum í eini framhaldsrøð.
Lagt verður fyri við Dáva, ið kemur heim á Leyvskála í summarfrí. Hann er blaðungur og bindur saman samskiftini bæði í framstøðu og bakstøðu. Tað er hann, ið leggur upp til leikin og tá móttøkan fer fram á pallinum, fáa vit heildarmyndina av teim flestu fólkunum á Leyvskála. Ferð er á við Jail House Rock lagnum og 60´ini gerast so eyðsýnilig. Tað er vónleyst at lýsa hesi fólkini, tí tey eru so ymisk og fjøltáttað, sum tað ber til. Helst tað ger leikin so hugtakandi. Hesi kundu saktans verið borgarar í eini miðalstórari føroyskari bygd. Vit fáa innlit og kensluna av, hvussu tey øll eru, og sjálvandi er tað framúr gott spæl, ið er ger tað. Tey ilskast inn á hvønn annan, slatra, sleyga, stuttleika sær og ganga við dreymum og hugsjónum.
Leikgongdin er sáttlig til ein orkan av eini "fínusystir" kemur brestandi inn og lyftir tað heila upp frá og upp á breddan. Henda sama kemur eisini heim í summarfrí úr Ameriku og setir futt í alt bygdalagið, sum dregur á bæði - hon sáar iva og stórar hugsjónir í allar Leyvskálaheilar. Bara bráið á fínusystir boðar frá, at nú verður upp aftur meira ferð á. Jú, øll verða tikin á bóli, eingin gongur frá sínum sum so, har er brigsl, togarí, bardagar fyri og ímóti Ameriku. Tú stuttleikar tær, og tað gera leikararnir eisini. Alt gongur hond í hond, skemt, seiggj og tár.
Ikki skal man gloyma, at hetta er ein sameining av sangi og leiki. Hendinga væl tykir mær sambindingina hava eydnast, tí hon brýtur eina hending av til aðra. Ljósskipanin var eisini sera neyv og beinrakin. Fái ikki bara mær at taka rósureiggjuna við her, tá Sigga og Dávur fara dagandi út í bláa luft og hvørva. Eisini 17. Juni-haldið var ein staðfesting og endurtøka av framúr góðum persónslýsingum. Dávur, sum legði upp til leikin, bar hann eisini út aftur. Flott framseting!
Tit 17 leikarar, sangarar, dansarar, hetta var flott, endurtaki flott, flott, flott. Man grenjisurran frú Fengil ikki eiga sín lut í tí? Baktarmurin mundi ikki vera so galin kortini. Óført Adelborg! Og tit, ið seymaðu hesar so ymisku búnarnar, ikki hissini orku tit hava lagt í henda leik.
Klaksvíkingar, síggið hvussu dúgligar sjónleikarar tit eiga. Stuðlið teimum dyggiliga! Klaksvíkar Sjónleikarfelag, farið um Leirvíksfjørð við tykkara dygdum, eingin ivi er um, at tað verður dacapo, hvar tit so enn fara við leikinum Seiggj og tár.









