Flott Eivør

Leygardagin var tað føroyski songfuglurin í Íslandi, Eivør Pálsdóttir, sum sang tjóðsangin, og hetta gjørdi hon framúrskarandi vakurt

Landsdystur

Tað er sjáldan, men hesa ferð sang ikki ein tann einasti áskoðari við, tá føroyski tjóðsangurin varð spældur. Tað var sum so heldur ikki ætlanin, tí hesa ferð var tað Eivør Pálsdóttir, sum skuldi framføra Tú alfagra land mítt.
Og tað gjørdi hon framúr flott. Við sjáldsama vøkru rødd síni, mundi hon geva nógvum av áhoyrarunum tár í eyguni, og lógvabrestirnir mundu valla tikið ein enda, tá seinastu reglurnar vóru lidnar.
Hjá Eivør vóru tó ikki stundir at bíða leingi eftir lógvabrestunum. Sjálv skuldi hon beina leið til USA í tónleikaørindum, og tíðin var knøpp. Somikið knøpp, at føroyski songlerkurin ikki so mikið sum fekk skift úr føroysku klæðunum, áðrenn hon sat í flogfarinum á veg til USA.