Rólant W. Dam
Teir nýklaktu bilførararnir vilja fegnirhava ein flottan bil. Men ofta hava teir ikki ráð til at ov stórur íløgur, tí at teir eru kanska eru í holt við eina útbúgving, ella í læru. So bilurin verður ofta ikki so dýrur, men tá ið bilurin ikki kostar nógv, kunnu teir finna uppá at keypa eitt dýrt stereoanlegg.
Niðri við ljóskurvina í Niels Finsensgøtu liggur handilin Marconi, sum umframt at selja sjónvørp, stereoanlegg og aðra tekniska útgerð, eisini selur bilsterioútbúnað.
Og hetta umfatar alt til slíkan sterioútbúnað: Subwoofarar, hátalarar, fløguspælarar o. a. Prísurin fyri anleggini er úr knapt 5.000 krónum og upp til 30.000 krónur ? íroknað hesum prísinum er uppsetan.
Bilstereoanlegginið eru av merkinum Panasonic. Eigarin av handlinum, Charles J. Olsen, hevur valt einans at selja Panasonicanlegg.
? Orsøkin til at eg selji Panasonic er, at kundin vil hava hetta merkið. Panasonic er sera frammalaga, tá tað snýr seg um design, sigur Charles J Olsen, ið eigur og rekur Marconi.
Í handilinum er eitt lítið myrkt rúm, har ymisk bilradio eru upp sett. Og her kemur tað rættuliga til sjóndar hvussu flott tey eru.
Men hóast bilradio eru Panasonic, merkir tað ikki at alt teir selja er av tí slagnum. Hátalarinir eru av týska merkinum Helix, ið er kent fyri høga góðsku, fyri ein sámuligan penga, ella sum danir siga »høj kvalitet, til en husmandspris«.









