Fimleikur
Hóast bert tvey av vunnu heiðursmerkjunum vóru úr gulli, so bóru úrslitini sítt sjónliga prógv um, at føroyskur fimleikur væl og virðiliga er á rættari kós. Ikki minst, tá hugsað verður um, at vanliga sterkastu føroysku kortini, Helgi W. Olsen og Marit Magnussen, ikki vóru partur av føroyska liðnum hesaferð.
Men maður kemur í mans stað (M/K) verður sagt, og soleiðis var eisini hesaferð. Gutti Harryson og Silja Højgaard vunnu sær hvør sítt gullmerki, og hartil gjørdist talan um ikki færri enn ellivu onnur heiðursmerki hjá føroyska liðnum. Eit avrik, sum eisini varð virðismett sera høgt av fimleikasambandinum, sum skipaði fyri móttøku, tá fimleikararnir komu aftur til Føroya sunnumorgunin.
---
Føroysku heiðursmerkini
Gull
Gutti Harryson Ringar
Silja Højgaard Lop
Silvur
Manslandsliðið Liðkapping
Rósing Dam Gólv
Øssur D. Eiriksfoss Lop
Rósing Dam Gólv
Gutti Harryson Ringar
Høgni R. Øster Reck
Elinborg T. Durhuus
Bronsa
Kvinnulandsliðið Liðkapping
Fróði Mortensen Lop
Øssur D. Eiriksfoss Lop
Elinborg T. Durhuus Lop