Í fjør gjørdi Fiskirannróknarstovan royndir við flotlínu eftir hýsu undir Føroyum. Royndirnar eydnaðust kanska ikki so øgiliga væl, men somikið, at ætlanin er at royna aftur í summar.
Norðmenn hava seinastu mongu árini roynt eftir hýsu við flotlínu. Hýsan stendur ikki altíð niðri við botn, hon fer nakað uppfrá og tá fæst sjálvsagt einki við vanligari botnlínu. Norðmenn hava ment eina flotlínu og við hesi gera summirbátar roktúran.
Við flotlínuni verður sett eftir ekkoloddinum, hvussu djúpt skriftin stendur. Dreggið fer ikki niður á botn.
Fiskirannsóknarstovan leigaði ein útróðrarbát og við honum settu teir 21 setur. Linulongdin var ymisk. Frá fýra upp til 25 stampar. Teir fingu 200 pund av hýsu á tí bestu setuni og tá var mest á einum stampi.
Júst hetta nógv var á einum stampi er tekin um, at føroyingar enn ikki rættuliga duga við flotlínu og tí er Fiskirannsóknarstovan spent upp á at gera nýggjar kanningar. Norðmenn fiska nógv við flotlínu, føroyingar hava fingið nógv einstaka ferð í royndarfiskiskapi, her vantar bert fleiri royndir, tykist hugsanin at vera hjá Fiskirannsóknarstovuni.
Tað vísti seg , at tobis, ella nebbasild, var best egnaða agnið til flotlínuna.