Florian Schneider frá Kraftwerk er deyður

Florian Schneider var ein av høvuðsmonnunum í stóra týska bólkinum Kraftwerk. Hann andaðist fyri góðari viku síðani, skriva útlendskir miðlar.

Elektroniski poppbólkurin vísti leið í áttatiárunum, og hevðu mong løg á hittlistunum.

Stutt kann sigast, at Kraftwrk verður mettur sum undangongubólkur innan elektroniskan tónleik, og teir verða eisini mettir at hava havt týdning fyri hiphop, techno og nútímans tónleik sum heild.

Florian Schneider hevði krabbamein, og andaðist nakrar dagar eftir, at hann fylti 73 ár.