Florentino Perez er afturvaldur í Real Madrid

Maðurin aftanfyri “Galácticos” tíðarskeiðið er afturvaldur sum forseti í Real Madrid

Florentino Perez er afturvaldur sum forseti í Real Madrid. Ongin stillaði upp ímóti honum. Hetta er fjórðu ferð, at Florentino Perez verður valdur til forseta. Hann er maðurin aftanfyri “Galácticos” tíðina, men í dag er leisturin ein annar.

Meðan tað hevur verið rok um forsetavalið hjá arvafíggindanum úr FC Barcelona, so eru viðurskiftini meiri greið í Real Madrid. Florentino Perez er afturvaldur til forseta uttan nakað mótvalevni.

Hann bleiv á fyrsta sinni valdur sum forseta í 2000. Tá lovaði hann eitt stórkeyp um árið. Hann byrjaði við kanska mest umstrídda skiftinum í Spania í nýggjari tíð, tá hann keypi Luis Figo frá FC Barcelona. Síðani komu spælarar sum Zinedine Zidane, Luis Nazario de Lima Ronaldo, David Beckham og Michael Owen.

Liðið fekk heitið “Galácticos” og Florentino Perez kallaði leistin fyri “Zidanes y Pavones”. Tí Real Madrid keypti stórspælarar sum Zinedine Zidane, og legði afturat við lokalum spælarum sum Francisco Pavón.

Florentino Perez gloymdi tó at geva franska miðvallaranum, Claude Makélélé, somu løn sum hinir. Hann skifti til Chelsea og Real Madrid fann ongantíð røttu javnvágina aftur. Í 2006 tapti hann forsetavali til Ramon Calderón, men í 2009 var hann aftur á bananum.

Hesa ferð taldu keypini Cristiano Ronaldo, Kaka og Karim Benzema. Real Madrid var hesi árini í haraðari kapping við FC Barcelona og helst toppaði spanskur fótbóltur, tá talan er um áhuga frá umheiminum. Dystirnir millum Real Madrid og FC Barcelona vóru eisini dystir millum Lionel Messi og Cristiano Ronaldo.

Í dag er tónin ein annar. Real Madrid keypir í høvðusheitum ungar spælarar, sum síðani skulu blíva til “Galácticos”. Eitt nú norski Martin Ødeggard og brasilski Vinicius. Felagið er eisini í holt við at umbyggja Santiago Bernabeu til helst flottasta fótbóltsleikvøllin í heiminum.