Flora Heilmann framsýning

Á Føroya landsbókasavni er í løtuni ein framsýning við myndum eftir Floru
Heilmann (1872-1944). Flora Heilmann var donsk listakvinna, sum búði í
Ónagerði á Viðareiði árini 1896-1906, meðan maður hennara var prestur har.


 
Myndirnar á framsýningini eru allar málaðar í tíðarskeiðnum 1897-1931, og
tær eru partur av eini gávu sum Flora Heilmann gav Bókasavninum í Havn í
1931. Myndirnar vísa okkum ta gomlu føroysku húsabyggingina og gomul føroysk
bygdarløg. Tær flestu myndirnar eru úr Havnini, men fleiri eru eisini úr
øðrum bygdum kring landið.
 
Umframt myndirnar eru á framsýningini eisini tvær skitsubøkur við tekningum
og akvarellum, sum Flora Heilmann gjørdi tey árini hon búði í Føroyum.
 
Framsýningin er opin fyri almenninginum til miðjan mai.