Í minsta lagi tvær floggranatir raktu í morgun høvuðsskrivstovuna hjá sýriska Bath-stjórnarflokkinum í Damaskus, og sambært tíðindastovunum er hetta fyrstu ferð, at mótstøðumenn hjá stýrinum hava lopið á eitt mál í høvuðsstaðnum.
Tíðindastovurnar skriva, at trygdarløgreglan hevur avbyrgt skrivstovubygningin. Tær siga eisini, at tað rýkur úr bygninginum, og at nógvir sløkkiliðsbilar standa rundan um bygningin.
Sum skilst var einki fólk á høvuðsskrivstovuni, tá granatirnar brustu, og tí halda tíðindastovurnar, at álopið var ætlað sum ein ávaring á myndugleikarnar.
Annars er einki, sum bendir á, at Bashar al-Assad, forseti, ætlar sær at slaka fyri trýsti uttaneftir, og Arabiska Samgongan fer væntandi í dag at taka støðu til, hvørji tiltøk hon skal seta í verk ímóti Sýrialandi.