Símun Gullaksen er bóndi á Uppistovugarðinum í Hattarvík, og hagin hjá garðinum er uppi á Eystfelli, har hann hevur umleið 140 áseyðir.
Í bygdaráðnum í Fugloyar kommunu eru trý fólk, og her hevur Símun eisini sín sess, umframt at hann er umsitingarleiðari hjá kommununi.
Hann er virkin maður, og bæði í Fugloy og í Klaksvík, har hann saman við konu síni hevur Gamla Seglhúsið, hevur hann vinnuvirksemi.
Gamla Seglhúsið verður leigað út til mong ymisk tiltøk, og her eru eisini nakrar listaframsýningar gjøgnum árið.
##med2##
##med3##
Floksmannadagur
Størsta einstaka ferðavinnutiltakið hjá Símuni Gullaksen er Floksmannadagurin í Hattarvík, sum verður fyriskipaður um mánaðarskiftið juni/juli.
Í ár verður dagurin hin 29. juni, sum sjálvandi er ein leygardagur. Hetta er ein serstøk mat-og mentanaruppliving, sum hevur stóran áhuga millum fólk.
Floksmannadagurin byggir á søgnina um teir tríggjar floksmenninar, Hálvdan Úlvsson, Høgna Nev og Rógva Skel.
Í gamlari tíð ætlaðu teir sær at taka valdið í Føroyum, men endin hjá teimum var, at teir noyddust at gjalda við lívinum.
Endin hjá floksmonnunum var sambært søgnini, at teir vórðu førdir niðan á Valaknúk í Eysturoy, har teir vórðu stoyttir oman og grivnir í lendinum niðanfyri.
Á Floksmannadegnum verður greitt frá søgnini, og her verður eisini gingið niðan á Eystfelli, um fólk hava hug og orku til tað.
Fleiri ferðir gjøgnum dagin bjóðar bóndin til búgvið borð við øllum góðum, og her er samstarv við dugnaliga kokkin, Gutta Winther.
Kokkurin langtíðarsteikir føroyskt lambskjøt hjá Uppistovugarðinum, sum verður grivið niður og borðreitt, tá klárt er at eta.
Á Floksmannadegnum verður farið út í Fugloynna tíðliga á morgni og heim aftur um kvøldið, og her hava mong havt ein minnisríkan dag í Hattarvík.
##med4##
##med5##
At hugsa burðardygt
Í Hattarvík hevur Símun Gullaksen eisini vakstrarhús, og hann leggur stóran dent á, at tað mesta av tí, sum borðreitt verður við, er sjálvdyrkað.
- Tað eru stórir møguleikar við vakstrarhúsinum, sum vit eisini ætla okkum at gera meira við.
Málið er, sigur hann, at alt grønmeti, sum verður brúkt, bæði á garðinum í Hattarvík og í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, við tíðini verður sjálvdyrkað.
- Vit arbeiða í einum lutfalsliga lítlum umhvørvi – serliga í Hattarvík, og tí halda vit tað ikki vera meira enn rímiligt at hugsa burðardygt, sigur Símun Gullaksen.
##med6##
Heilt serlig uppliving
Til stuttleikar kunnu vit leggja aftrat, at ein av gestunum, sum var við á Floksmannadegnum í fjør, skrivar soleiðis um dagin:
“Ein heilt einastandandi góð uppliving, saman við góðum fólki. Náttúra, søga og sagnir, tónleikur og kulinarisk list; alt gekk upp í eina hægri eind á serstøku og vøkru Fugloynni.
Ein uppliving av teimum heilt serligu. Takk fyri tit, ið skipa fyri...”
Á Facebook-vanganum, sum kallast Uppistovugarður – Ferðavinna & Seyðahald – fæst meira at vita um ferðavinnuvirksemi í Hattarvík.