Floksleiðslusamtykt 20. sep. 2003

   

Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum, ið er tingbólkur, starvsnevnd og umboð fyri lokalfeløgini, hevur í dag verið saman á regluligum fundi.
Á fundinum greiddi formaðurin frá tí tilburði á almennari samkomu, sum hevur verið umrøddur í fjølmiðlunum. Formaðurin endurtók fyri floksleiðsluni ta umbering, sum hann eisini alment hevur borið fram, og gav flokkinum lyfti um, at slíkt ikki aftur kemur fyri.
Floksleiðslan harmast og átalar tilburðin og tekur til eftirtektar umbering og lyfti formansins.
Ein samd floksleiðsla sær tilburðin sum eina hending, sum ikki endurtekur seg, og veitir formaninum fullan stuðul.