Floksleiðslan heldur fram

Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen manna framvegis formansskapin í Sambandsflokkinum

Sambandsfundur

Sørvági: Landsfundurin hjá Sambandsflokkinum, sum hildin varð í Sørvági um vikuskiftið, valdi at lata formansskapin í flokkinum halda fram. Stutt og greitt, tí einki annað uppskot var.
Landsfundurin byrjaði við aðalfundi Sambandsfloksins fríggjakvøldið. Har vóru frágreiðingar frá floksskrivara, kassameistara og formanni í landsnevnd floksins lagdar fram.
Veruligt orðaskifti um stór politisk mál var í grundini ikki fyrr enn leygardagin.