Fyri at koma happingini til lívs, mugu vit styrkja flokslæraraarbeiðið. Flokslærarin má hava stundir til at skúla næmingarnar, og at skapa eitt mennandi umhvørvi í flokkinum. Hann má hava stundir at práta við hinar lærararnar, leiðsluna, serstovnar, foreldur og saman við teimum finna loysnir, so happingin kan lúkast burtur.
Flokslærarin má somuleiðis kunna seta tíð av til floksfundir, har happing, flokslógir, fríkorter, trætur o.a. er uppi at venda. Hetta fyri at skapa og halda trivna í flokkinum.
Flokslæraraarbeiðið er krevjandi, og tí eigur flokslærarin minst at hava ein skemalagdan tíma til arbeiði sítt. Í fyrsta, øðrum og triðja flokki, tveir tímar. ¡ henda hátt hevur flokslærarin tíð at læra børnini at ganga í skúla, og á tann hátt verður tað ikki happing, men bert hendinga ósemja at loysa í flokkinum. Skúlaskipanin leggur upp til at lærarar brúka háttin hjá Helle Højby, sum kallast "Ikke mere mobning". Hesin háttur hevur víst seg at gera mun, um vilji og tíð er til staðar. Ein flokslærari má hava uml. 40 tímar um árið til hetta arbeiðið.
Hesum vil Javnaðarflokkurin virka fyri.
Javnaðarflokkurin vil loysa grundleggjandi trupulleikarnar í skúlanum.