Í dag fer íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, at hava fund við formenninar í teimum politisku flokkunum, sum fingu umboð vald í Altingið á valinum leygardagin.
Aftaná fer forsetin at taka støðu til, hvør floksformaður skal fáa uppgávuna at skipa stjórn. Forsetin segði við tíðindafólk í gjár, at sjálvandi hevur tingmannatalið hjá flokkunum týdning í hesum føri, men hann legði dent á, at onnur viðurskifti kunnu hava ávirkan á, hvør formaður fær uppgávuna.
Tveir flokkar, Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin, fingu hvør sinar 19 tingmenn á valinum leygardagin. Í atkvøðutali er Sjálfstæðisflokkurin heldur størri enn hin.
Ólafur Ragnar Grímsson hevði í gjár fund við fráfarandi forsætisráðharran, Jóhonnu Sigurðardóttir (myndin). Á fundinum bað hann hana og stjórn hennara halda fram, til nýggj stjórn er skipað.