Floksformenninir hittast um stjórnarskipan

- Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.


Tað stóð at lesa í samgonguskjalinum, ið formenninir í teimum trimum stjórnarflokkunum, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, undirskrivaðu 14. september 2015.


Hóast ætlanin varð staðfest í samgonguskjalinum, so hevur málið um eina nýggja stjórnarskipan, ið vanliga krevur nógva og drúgva viðgerð, ikki fylt serliga nógv í politisku skipanini síðani nýggja samgongan festu stóru orðini á blað á sínni.


Tað tykist tó at broytast nú. Sambært Kringvarp Føroya, so hevur løgmaður nevniliga ætlanir um at kalla formenninir í politisku flokkunum til fundar í næstu viku um fólkaatkvøðuna og eina møguliga stjórnarskipan.


Sambært Kringvarpinum, so er endamálið við fundinum, at floksformenninir, við hjálp frá embætisverkinum í Løgmansskrivstovuni, smíða eitt nýtt lógaruppskot.