Øll tey trý forsætisráðharraevnini í Bretlandi hava verið og atkvøtt fyrrapartin. Tann konservativi formaðurin, David Cameron, var tann fyrsti, og seinni vóru Labour- formaðurin, Gordon Brown, og liberaldemokratiski leiðarin, Nick Clegg, og greiddu atkvøðu.
Sambært lógini kunnu valevnini ikki reka valstríð sjálvan valdagin, men Sky News skrivar, at allar snildir verða brúktar so sum sms-boð, har fólk verða biðin um at seta krossin á ávist stað.
Meiningakanningar hava víst, at tann konservativbi flokkurin fær flestar atkvøður í dag, men at tað er ikki vist, at hann fær flestar tingmenn.
Politiskir eygleiðarar eru samdir um, at valið í Bretlandi í dag er sera spennandi, og at einki er avgjørt.