Slíkir fundir hava verið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, í Læraraskúlahøllini í Havn, og tað er nakað síðan, at Vága Javnaðarfelag bjóðaði øllum teim politisku flokkunum at senda formenn sínar vestur at standa andlit til andlits við vágafólk.
Fundurin verður skipaður soleiðis, at hvør floksformaður fær 5 min. í part til at byrja við, síðan fær fundarfólkið orðið í tilsamans hálvan tíma. Floksformenninir fáa so 3 min. hvør at svara spurningum og gera viðmerkingar. Til seinast sleppa floksformenninir at runda av í 2 min. hvør.
Í Vága Javnaðarfelag eru tey spent uppá henda dyst. Tað eru mong ár síðan, at slíkur fundur er fyrireikaður í Vágum í samband við val. Tey, sum eldri eru, minnast fundir millum flokshøvdingarnar frá tí tíðini, tá valevnini høvdu stundir at ferðast landið runt at halda røður.
Felagið heldur, at bygdafólk eiga eisini at fáa høvi at hitta floksformenninar á fundi og ikki bert síggja og hoyra teir í fjølmiðlunum.










