Floksformenn taka á við Krabbameinsfelagnum

Fíggjarlógarkjakið fyllir almenna rúmið í hesum døgum, og ósemjurnar eru øgiligar millum flokkar og einstaklingar. Men ikki í morgun. Fram til kl. 11 í morgun eru allar politiskar ósemjur setta til viks, tá ið allir floksformenninir ganga runt á gøtunum, og savna pening inn til Krabbameinsfelagið.

Hóast fíggjarlógarkjakið er í hásæti í hesum døgum, so hava politikararnir kortini givið sær stundir, at nýta tríggjar tímar til frama fyri Krabbameinsfelagnum.

Jenis av Rana, Kári P. Højgaard, Jóannes

Eidesgaard, Jørgen Niclasen, Høgni Hoydal og Kaj Leo Johannesen hava nevniliga í dag tikið frí frá politiska kjakinum, og ferðast runt landið við tí endamálið, at savna pening inn til Krabbameinsfelagið.

Jóannes Eidesgaard og Jenis av Rana vitjaðu í Miðlahúsinum í dag, har teir millum annað vitjaðu Rás2, og fingu eina peninga gávu frá Jonhard Hammer, stjóra í Rás2.

Og teir báðir floksformenninir heittu á allir føroyingar, um at stuðla Krabbameinsfelagnum umvegis innsavningar møguleikarnir ella bankaflyting.