Floksformenn kjakast um fátækaváða

Í løtuni er politiskt orðaskifti í Miðlahúsinum – sum eisini verður sent beinleiðis á Rás2

Í løtuni er politiskt orðaskifti í Miðlahúsinum – sum eisini verður sent beinleiðis á Rás2


Við pallborðið sita allir floksformenninir:

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Bárður Niclasen, næstformaður í Sambandsflokkinum
Aksel V. Johannsen, Javnaðarflokkurin
Jógvan Skorheim, Sjálvstýrisflokkurin
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Poul Michelsen, Framsókn

Tað er í sambandi við átaki »Meðan vit bíða«, at Miðlahúsið skipar fyri orðaskiftinum.

Kjakfundurin er liður í átakinum "Meðan vit bíða" hjá Miðlahúsinum, sum hevur til endamáls at savna inn stuðul til børn í fátækraváða og fáa politisku skipanina at rakna við og gera nakað við støðuna hjá fátøkum familjum.

Hví hava vit familjur sum liva í fátækradømi, tá vit eru eitt so ríkt samfelag?
Hvat skal til fyri at lyfta fátækar familjur burturúr fátækradøminum?
Hvussu vilja politisku flokkarnar basa fátækradøminum?

Hesir og nógvir aðrir spurningar verða uttan iva havdir á lofti í Miðlahúsinum.

Orðaskiftið kann hoyrast nú á Rás2 VIÐ AT TRÝSTA HER

www.pressan.fo/index.php