Floksformenn geva einki lyfti um kvinnur í landsstýrið

Hvørki formaðurin í Sambandsflokkinum ella formaðurin í Fólkaflokkinum vilja geva nakað lyfti um, at kvinnur yvirhøvur verða valdar í eitt møguligt ABC-landsstýrið.

- Tað ber ikki til at geva eitt lyfti frammanundan um, at kvinnur verða valdar í eitt nýtt landsstýrið. Tað verða tey best egnaðu fólkini, sum verða vald í landsstýrið, og um øll tey best egnaðu fólkini eru menn, so verða bert menn valdir, sigur Jørgin Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum, vil heldur ikki geva nakað lyfti um, at hansara flokkur fer at velja kvinnur í landsstýrið.

- Vit virða líkarættin millum kynini, men vit velja ikki landsstýrisfólk eftir kyni. Vit velja tey fólkini, sum hava bestu kvalifikatiónirnar til at røkja størvini, og so er tað líkamikið, um tað eru kvinnur ella menn, sigur Kaj Leo Johannesen.

Samráðingarnar millum ABC-flokkarnar um at skipa nýggja samgongu halda fram í dag.