Floksformenn á fund um at keypa EIK

Í morgun fara allir floksformenninir á fund í Fíggjarmálaráðnum at viðgera søluna av EIK. Klokkan 09.30 í morgun fara allir floksformenn á fund um støðuna hjá EIK Banka - at viðgera, um tað almenna skal vera við at keypa Eik.

Men helst verður eingin avgerð tikin í dag, um landið skal keypa EIK Banka ella ikki.

-Eg havi innkallað formenninar til ein kunnandi fund um Eik. Tað er mín uppgáva at kunna formenninar um tað, sum vit í Fíggjarmálaráðnum gera í EIK málinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann sigur, at hetta er ikki ein fundur, sum skal avgera hvørt landið keypir EIK ella ikki.

-Eingin avgerð verður tikin um tað í dag, men helst fara vit at umrøða eitt møguligt keyp av EIK, sigur Jóannes Eidesgaard.

Mánadagin var Eik Banki alment settur til sølu. Jørn Astrup Hansen, stjóri, segði tá við Rás2, at sølan skal avgreiðast innan stutta tíð, og tey, sum ætla sær at bjóða upp á bankan skulu gera vart við seg beinanvegin.

Hetta kann hava skundað undir viðgerðina hjá Fíggjarmálaráðnum.