Annika Olsen lá sjóvarfallið av sær og hon setti seg upp ímóti Løgtingsins vilja.
Hetta var ákoyringin, sum landsstýriskvinnan í innlendismálum fekk í Løgtinginum í gjár, tá ið uppskotini um valskipanina vóru til viðgerar.
Og ábreiðslurnar komu enntá frá hennara egnu floksfeløgum.
Undir viðgerðini sipaðu báðir fólkafloksmenninir úr Norðoyggjum, Anfinn Kallsberg og Jákup Mikkelsen, til eina samtykt, sum varð gjørd í Løgtinginum fyri einum ári síðani.
Tá samtykti Løgtingið at biðja Anniku Olsen seta ein arbeiðsbólk at eftirmeta valskipanina eftir at Føroyar vórðu skipaðar sum eitt valdømi.
Síðani skuldu málið leggjast aftur fyri Løgtingið at hava aðalorðaskifti um.
Men tað hendi onki í málinum og tað funnust fólkafloksmenninir í Norðoyggjum at.
Jákup Mikkelsen staðfesti, at Annika Olsen hevði sett seg upp ímóti tingsins vilja og tað helt hann vera álvarsamt.
Enn víðari fór Anfinn Kallsberg, tí hann hevði hug at geva landsstýriskvinnuni ein part av skylduni fyri, at fýra uppskot nú vóru til viðgerðar um valskipanina.
Hann helt, at hon hevði ligið sjóvarfallið av sær, tí hevði hon havt sett arbeiðsbólkin, høvdu vit sloppið undan øllum hesum uppskotunum.
Eisini Karsten Hansen úr Miðflokkinum fýltist á, at onki var gjørt við samtyktina um at endurskoðað valskipanina og floksfelagi hansara, Jenis av Rana, tók undir og helt, at eftirmetingin skuldi setast í verk.
Ikki ráð og umstøður
Men hetta avsannaði Annika Olsen staðiliga.
Tað er onki dulsmál, at hon vil hava eitt valdømi.
Hon viðgekk eisini, at hon helt, at tað var ov tíðliga at eftirmeta valskipanina eftir at hon bert hevði virkað í eitt val.
Men hon legði dentin á, at tað var ikki orsøkin til, at arbeiðsbólkurin ikki varð settur.
Orsøkin var, at innlendismálaráðið hevði hvørki manning ella pening til at seta ein slíkan arbeiðsbólk.
Hon greiddi Løgtinginum frá, at hon hevði bæði verið noydd til at siga fólki upp og at fremja aðrar sparingar í innlendismálaráðnum og tí varð arbeiðsbólkurin ikki settur.
- Sostatt hevði eg ikki umstøður at seta ein vælskikkaðan arbeiðsbólk, segði hon.
Og hon helt, at skuldi nakað skilagott spyrjast burtur úr, var neyðugt, at talan var um ein vælskikkaðan bólk og ikki bara okkurt hissini.
Annars helt hon, at uppskotið um at seta eina nevnd at kanna, var skilagott.