Floksfelagar keglast

Tey bæði fremstu forsetavalevnini hjá demokratunum í USA, Hillary Clinton og Barrack Obama, keglast nú alment um evnini hjá hvør øðrum

Keglið byrjaði mánadagin, tá Barrack Obama segði, at verður hann valdur til forseta, fer hann ivaleyst at vera sinnaður at hitta leiðararnar í londum sum Iran, Sýrialandi, Venesuela, Kuba og Norðurkorea.

 

- Ábyrgdarleyst og óbúgvið, svaraði Hillary Clinton, sum samstundis nýtti høvi til at endurtaka, at Obama hevur lítlar ella rættari sagt ongar royndir í uttanríkispolitiskum viðurskiftum. Barrack Obama var ikki seinur at svara aftur.

 

- Í 2002 atkvøddi hon fyri at senda amerikanskar hermenn til Irak. Tað var ábyrgdarleyst og óbúgvið, helt hann.

 

Anthony Lake, sum var trygdarpolitiskur ráðgevi hjá Bill Clinton, forseta, virkar nú sum ráðgevi hjá Barrack Obama, sigur, at sum forseti ætlar Obama at tosa við tey, sum USA liggur í stríði við. Hann ætlar at gera tað, sum Nixon gjørdi við Kina, og sum Reagan gjørdi við Sovjetsamveldið, sigur Anthony Lake.