Hesa grein hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, tikið at sær, og tí fær Thomas Arabo nú eina breiðsíðu frá floksfelagnum. Orrustan byrjaði við rustaða botninum á Rituni, men endar við umsiting av ALS og Samhaldsfasta.
Í kommunumálunum síggja vit eisini fólkafloksfelagar í líknandi stríði.
Kanska eru floksmørkini farin at kámast, ella man tað vera nýggi trendurin, at floksfelagar skulu vera ósamdir fyri at tekkjast veljarunum?