Flokkurin stendur væl

? sigur Kristian Magnussen í eini viðmerking til valúrslitið. Hansara politiski málsetningur fyri tað næsta fýra ára skeiðið er at útbyggja vælferðina í føroyska samfelagnum. Broytingar skulu gerast í ríkisviðurskiftunum, men Javnaðarflokkurin fer ikki at ganga við til at hesar broytingar fara at ganga út yvir vælferðina, sigur hann

Løgtingsvalið er farið afturum og nýggja tingið er mannað.

Javnaðarflokkurin fekk tveir mans valdar í Havn, og teir eru báðir nývaldir. Kristian Magnussen og Katrin Dahl Jacobsen.

Kristian Magnussen er tó ikki meira nývaldur enn so, tí hann varð valdur á ting fyri fýra árum síðani, men tá var tað fyri Verkamannafylkingina.

Til løgtingsvalið seinast fekk hann eitt sera gott val. Nógvar persónligar atkvøður, men tað er ikki bara gott.

? Tá hugsar ein um hvaðani atkvøðurnar koma frá. Men tá ein stillar upp aftur og fær eina slíka álitisváttan, so haldi eg at tað prógvar, at tað eru stabilar atkvøður eg havi, sigur Kristian Magnussen.

Hvørki hann ella flokkurin hava gjørt nakað serligt fyri at føra hann fram, men hóast tað, so er úrslitið gott.


Nýggju fólkini spennandi

Javnaðarflokkurin fekk tveir spildurnýggjar tingmenn. Katrin D. Jacobsen hava vit longu nevnt - hin er Hans Pauli Strøm.

Og Kristian Magnussen heldur at tað er ein spennandi endurnýgging.

? Tað er sjálvandi altíð keðiligt, tá ein tingmaður fellur, sum tað eitt nú hendi í Sandoynni, men hinvegin haldi eg at vit hava fingið tvey góð, búgvin nýggj fólk á ting, sigur Kristian Magnussen.

? Tað kann koma at gagna flokkinum nógv, sigur hann.


Flokkurin stendur væl

Nú valið er farið afturum, so skal nýggj samgonga skipast.

Valið hevur fyri tað mesta snúð seg um broytingar í ríkisviðurskiftunum millum Danmark og Føroyar, og tað er tí nærum sjálvsagt, at hetta kemur at fáa nógv pláss í einum nýggjum samgonguskjalið.

Hetta er Krisitian Magnussen greiður yvir og hansara viðmerking er, at Javnaðarflokkurin stendur væl.

? Javnaðarflokkurin fer ikki inn í eina samgongu har broytingarnar í ríkisviðurskiftunum viðføra eina niðursetta vælferð - tað er vist, og tí standa vit væl.

? Hinir flokkarnir mugu koma til okkara og tá vita teir hvar vit standa á tí økinum.

? Ein nýggj samgonga skal stíla eftir einum nýggjari ríkisskipan við Danmark uttan at hetta gongur út yvir vælferðina. Okkara høvuðsmál eru millum annað at fólkapensjónin skal hækkast og at ein barnsburðargrunnur skal gerast. Og hesum málum vilja vit arbeiða hart við.


Persónligu málsetningarnir

Hjá Kristian persónliga verður nógv at stríðast við í nýggja tinginum.

Øllum kunnugt, so hevur hann verið almanna- og heilsumálaráðharri í farna tingskeiðnum og tað sigur seg sjálvt at hetta er hansara hjartamál.

Hann er útbúgvin sosialráðgevi og tí kann kanska sigast, at hann er eitt sindur »umhvørvismeislaður«.

? Hjá mær fyllir dagligdagurin hjá tí einstaka mest.

? Samfelagið skal útbyggjast og tað skal gerast á einum solidariskum grundarlag.Pensjónirnar eru afturútsigldar og tær skulu rættast upp.

? Og tað hevur stóran týdning at hetta verður gjørt nú.

Annars heldur hann, at tað fyri flokkin hevur stóran týdning at tað verður arbeitt víðari við tí, sum farið varð til val uppá. Annað vildi verið ótrúverdugt, sigur hann.


Listin nógvar atkvøður

Úrslitið hjá Javnaðarlistanum í Suðurstreymoy var sum sagt gott, men tað kann kanska tykjast løgið, at listin sjálvur fekk so nógvar atkvøður, sum hann gjørdi.

? Hatta er ein trupulleiki, sigur Kristian Magnussen.

? Tað sigur seg sjálvt, at hatta ikki fer at bera til í longdini, og tí mugu vit gera eitt ella annað við tað.

? Men samstundis, so hava vit fingið eitt gott val, og hava aftur fingið tvey fólk í Suðurstreymoy, og tað eri eg væl nøgdur við, sigur hann.


? Takk fyri hjálpina

Kristian Magnussen vil fegin enda samrøðuna við at senda eina tøkk.

? Tað liggur eitt ótrúligt arbeiði aftanfyri alt hetta.

? Vit eru nøkur, sum valkvøldið sita og sóla okkum, men tað eru onnur, sum veruliga eiga tøkkina og tað eru tey, sum hava arbeitt og »rikið«, okkara vegna, sigur hann.

? Eg vil tí senda øllum teimum, sum hava valt meg persónliga og Javnaðarlistan eina hjartans tøkk fyri stuðulin.