Flokkurin hjá Løkke eitur Moderatarnir

Nýggi flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussens, fyrrverandi forsætisráðharra, stillar ikki upp til kommunuvalið seinni í ár.

Lars Løkke Rasmussen fer eftir kommunuvalið at leggja fram floksskrá, aðalmál og valevnalista fyri nýggja flokkin, Moderaterne. (Arkivfoto) - Foto: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur á grundlógardegnum avdúkað navnið á nýggja flokki sínum. Tað verður »Moderaterne«.

 

Tað upplýsir hann í eini røðu á grundlógardgnum.

 

Flokkurin fer ikki at stilla upp til kommunuvalið. Tí verða flokssrká, aðalmál og valevni ikki avdúkað fyrr enn eftir kommunuvalið.

 

Um tað verður skrivað út fólkatingsval í heyst, fer flokkurin kortini at vera klárur, sigur fyrrverandi Vinstraformaðurin, Lars Løkke Rasmussen.

 

Um flokkurin skal á atkvøðuseðilin til næsta val til Fólkatingið, skulu savnast eitt sindur fleiri enn 20.000 undirskriftir.

 

Tað royna 125 nýggir flokkar at klára sambært uppgerð hjá Innanríkisráðnum.

 

Tveir teirra eru komnir á mál: Kristindemokratarnir og Veganaraflokkurin.

 

Í fyrstu syftu skal flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen senda eina umsókn til Valgnævnet fyri at fáa navnið góðkent.

 

Lars Løkke Rasmussen var í 40 ár limur í Vinstra. Her gjørdist hann í 2009 bæði formaður og forsætisráðharri, tá Anders Fogh Rasmussen legði frá sær fyri at gerast aðalskrivari í Nato.

 

Eftir tvey ár sum forsætisráðharri gjørdist Lars Løkke Rasmussen andstøðuleiðari í fýra ár, til hann eftir valið í 2015 aftur kundi skipa stjórn.

 

Á valinum í 2019 misti Vinstri aftur stjórnarvalið, og síðani var Lars Løkke Rasmussen ímóti sínum vilja trýstur frá sum formaður.

 

Á ársins fyrsta degi í ár upplýsti hann, at hann hevði meldað seg úr Vinstra.

 

Stutt eftir skipaði hann eitt politiskt netverk fyri fólk, sum ynsktu at kjakast og evna til politisk uppskot saman við honum.

 

Frá byrjan gjørdi Lars Løkke Rasmussen greitt, at um tað var nóg góður stuðul til netverkið, so fór hann at stovna ein nýggjan flokk. Tað er so tað, sum Løkke nú hevur sett navn á í dag.

 

Í røðuni fanst hann samstundis at lógaruppskotinum, sum ger tað møguligt at skipa eina danska móttøkustøð fyri asylsøkjarar í øðrum landi uttan fyri ES so sum Rwanda, eins og herðingar í krøvunum til ríkisborgararætt.

 

Harumframt leyp hann á stjórnina fyri at sita »tyngri á embætisverkinum« enn nøkru stjórn síðani J. B. S. Estrup, sum sat sum konselisforseti (stjórnarleiðari) í 19 ár frá 1875-94.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 

 

Lars Løkke Rasmussen fer eftir kommunuvalið at leggja fram floksskrá, aðalmál og valevnalista fyri nýggja flokkin, Moderaterne. (Arkivfoto) - Foto: Nils Meilvang/Ritzau Scanpix