Innlendismálaráðið hevur nú góðkent nýggja flokkin hjá Poul Michelsen. Nýggi flokkurin hjá Poul Michelsen, Framsókn, er nú formliga góðkendur.
Tað boðar Innlendismálaráðið frá bent nú.
Fyri eini viku síðani fekk Innlendismálaráðið ein lista við undirskriftum frá fólki um at stovna nýggja flokkin.
Ráðið hevur kannað 1800 av undirskriftunum og tær lúka ásettu treytirnar.
Sostatt lýkur flokkurin treytirnar um val til Løgtingið og hevur rætt at stilla upp á næsta løgtingsvali, sigur Innlendismálaráðið.