Landsstýris- og løgtingslimirnir hjá Fólkaflokkinum sláa ring um formannin, sum aftur í dag er komin í politiskt illveður av sonevnda tollmálinum.
Í kjalavørrinum á sjónvarpssendingini um málið, ið varð send í gjárkvøldi, hevur Fólkaflokkurin viðgjørt støðuna á innanhýsis fundi ídag.
- Tað eru komnar ymiskar útmeldingar út í dag frá fólkaflokslimum, sum hava verið endavendar í Útvarpinum, men vit hava so fingið eina frágreiðing frá formanninum á fundi seinnapartin, sigur Jacob Vestergaard við Vágaportalin.
- Á fundinum vóru tingfólk og landsstýrisfólk, og stutta niðurstøðan er tann, at politikararnir í Fólkaflokkinum hava fult álit á formanninum, Jørgen Niclasen, sigur Jacob Vestergaard.
Við Vágaportalin sigur Jacob Vestergaard, at flokkurin hevur alla tíðina havt fult álit á sínum formanni, ið eisini er landsstýrismaður í fíggjarmálum.
- Ein setningur á einum troyttandi og longum tíðindafundi um eitt 20-25 ára gamalt mál vikar ikki álitisspurningin hjá flokslimunum, sigur Jacob Vestergaard við Vágaportalin.
Les eisini:
Jørgen Niclasen: Eg havi goldið tollin
Poul Michelsen: Misálit er neyðugt
Misálit á Jørgen Niclasen í morgin