Eittans valevni er til formanssessin í Sambandsflokkinum, sum skal veljast á landsfundinum um vikuskiftið. Tað er greitt, eftir at freistin at koma við uppskotum var úti klokkan sjey sunnukvøldið.
39 ára gamli Kaj Leo Johannesen varð tíðliga í uppskoti til nýggjan formann í Sambandsflokkinum, eftir at Lisbeth L. Petersen legði frá sær dagin eftir løgtingsvalið. Eisini Bárður Nielsen hevur verið nevndur sum formansvalevni, men hann hevur tó borið seg undan.
Sunnukvøldið kundi Kaj Leo Johannesen so staðfesta, at hann komandi fríggjakvøld kann nevna seg formann í Sambandsflokkinum.
- Eftir at hava fingið fleiri áheitanir, so segði eg herfyri, at um eg fekk breiða undirtøku fyri tí í flokkinum, so ynskti eg at gerast formaður. Og sum eg havi skilt, so havi eg breiða undirtøku, sigur Kaj Leo Johannesen.
Savna flokkin
Kaj Leo Johannesen verður formelt ikki valdur til formann fyrr enn fríggjadagin, og tí hevur hann ikki hug at fara í smálutir við sínum framtíðarætlanum við flokkinum.
Men ein av fyrstu uppgávunum verður at savna flokkin eftir stríðið í seinastuni.
- Eg vil hava Sambandsflokkin fram, og persónarnir meira í bakgrundina. Flokkurin hevur í seinastuni verið ov lítið samansjóvaður ? eingin flokkur tolir, at persónar ganga egnar leiðir, greiðir Kaj Leo Johannesen frá og leggur afturat:
- Sum formaður vil eg rætta eina hond út til samarbeiði, bæði innanfloks og við aðrar flokkar.
Løgmansevni
Sum formaður í Sambandsflokkinum gerst Kaj Leo Johannesen eisini løgmansevni floksins. Og hann er til reiðar at taka við hesi avbjóðing, um høvið býðst.
- Sjálvandi havi eg ambitiónir um at gerast løgmaður. Tá eg havi fingið hetta álit, og havi játtað at taka við ábyrgdini, so má eg eisini vera til reiðar at gerast løgmaður, sigur Kaj Leo Johannesen.
Komandi floksformaðurin sigur seg annars vera til reiðar at leggja alla orku í at røkja formanssessin á besta hátt.
- Tá eg havi sagt ja, so havi eg skyldu til at lyfta uppgávuna, og tað ætli eg mær at gera, sigur Kaj Leo Johannesen.
Sum leiðara lýsir hann seg sjálvan at dáma væl at viðgera málini yvirordnað, og annars at býta uppgávurnar út til onnur. Eisini sær hann eina avbjóðing í at motivera fólk og fáa tey at arbeiða saman.
- Eg má savna flokkin, og fáa tingbólkin at virka sum eina eind, staðfestir komandi formaðurin.
Kaj Leo Johannesen er partaeigari í sølufyritøkuni Farex, har hann eisini starvast og er nevndarformaður. Men hann hevur minkað arbeiðsbyrðuna í Farex til nakrar fáar tímar um dagin, fyri at fáa betri stundir til politiska arbeiðið.
Vinnupolitikkur
Eitt av hjartamálunum hjá Kaj Leo Johannesen er vinnulívið, og sum formaður í Sambandsflokkinum ætlar hann sær at arbeiða fyri at bøta um viðurskiftini hjá vinnuni.
- Vinnulívið er grundarlagið undir restini av samfelagnum. Í dag er vinnan alt ov viðkvom, og vit eru við at gerast ein eftirbátur í Evropa. Tí er neyðugt at skapa góðar karmar fyri vinnuna, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tað er eingin loyna, at Sambandsflokkurin vil nærkast Evropeiska Samveldinum, og hesum vil komandi formaður floksins eisini arbeiða fyri. Hann vísir á, at ES umboðar stóran part av føroyskum út- og innflutningi.
- Vit noyðast at vera ein viðspælari í Evropa, staðfestir Kaj Leo Johannesen.
Fyrsta stigið á leiðini er at birta upp undir vitanina um ES í Føroyum. Hetta skal millum annað gerast við eini ráðstevnu um Evropeiska Samveldið.
- Fyrst mugu vit fáa meira at vita um ES. Síðan mugu vit seta okkum spurningin, hvat vit vilja í hesum sambandi.
Kaj Leo Johannesen sigur, at tað ikki kemur nakað uppskot frá sær um føroyska støðutakan til ES-spurningin í næstum. Talan er um eina longri proces. Men velja Norra og Ísland at gerast limir í ES, so hava vit eina nýggja støðu, og so skundar tað undir processina.









