Veljarakanning
Men hóast hesa lítlu afturgongd, hevði flokkurin fingið ein tingsess afturat. Sostatt hevði tingmannatalið hjá Sambandsflokkinum fari frá 7 uppá 8. Kaj Leo Johannesen sigur, at hetta boðar frá góðum.
-Tað sum er týdningarmikið fyri okkum er, at vit hava stabilitet í flokkinum. Síðan 1970 hevur flokkurin havt ein atkvøðu vinning millum 18 og 26%. Og sambært hesari veljarakanning, sær út til at flokkurin heldur fast um tí støðugu gongd, sum vit hava havt seinastu árini.
-Vit hava lagt ta politisku linju, at flokkurin verður tikin fram um einstaka politikaran. Hetta haldi eg, sæst aftur í veljarakanningini. Vit hava gott fólk í tinginum og landsstýrinum, og vit hava gott stev í samgonguni. Politikarar arbeiða fyri flokkin, og tað er gongd leið, heldur Kaj Leo Johannesen.
-Enn er eitt ár til val, og kanningin skal sjálvandi takast við tí fyrivarni. Men tað skal ikki verða nøkur loyna, at hetta er eitt úrslit, sum vit í Sambandsflokkinum kunna vera nøgd við. Sambært kanningum haldi eg, at vit kunnu staðfesta, at flokkurin liggur í eini góðari legu. Hetta úrslitið gevur okkum 23,6%, og eg haldi meg við vissu kunna siga, at seinasta kanning gav okkum eitt atkvøðubýtið uppá 23,8%. Hetta vitnar um, at vit halda fast um tí góðu gongd, sum vit eru í, og tað kunnu vit fegnast um.










