Flokkur vil stovna eitt ríkisráð

Eftir komandi fólkatingsval fer Sambandsflokkurin at virka fyri, at eitt ríkisráð verður sett á stovn Í ríkisráðnum skulu sita føroyskir og danskir politikarar, og ráðið skal hava til endamáls at menna og styrkja ríkisfelagsskapin, og harvið vælferðina hjá føroyingum, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.

Formaður í flokkinum, Kaj Leo Johannesen, sigur, at øll stig, sum higartil eru tikin á fullveldisleið, hava kostað í vælferð, og tí er umráðandi at styrkja ríkisfelagsskapin, soleiðis at eisini vælferðin hjá láglønarbólkunum verður tryggjað, heldur floksformaðurin.