Flokkur bannaður

Hægstirættur í Spania hevur bannað einum tjóðskaparsinnaðum baskiskum flokki at virka, tí illgruni er um, at flokkurin hevur tætt tilknýti til tann víðgongda baskiska loysingarfelagsskapin ETA.
Spanska stjórnin gjørdi fyri einum hálvum ári síðani av at biðja hægstarætt banna flokkinum Batsuna at virka, og teir 16 dómararnir vóru samdir í avgerðini.
Á valinum í Spania í 2001 fekk Batasuna 10 prosent av atkvøðunum í tí baskiska landspartinum har norðuri í landinum. Flokkurin hevur alla tíðina avsannað, at hann hevur samband við ETA, men flokkurin hevur sýtt fyri at fordøma ta harðrendu framferðina hjá loysingarfelagsskapinum.