Ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting vísir, at lítil broyting verður í tingmannabýtinum. Sambandið vinnur ein, Fólkaflokkurin missir ein og Sjálvstýrisflokkurin fær 33. tingsessin
Veljarakanningin, sum Dimmalætting kunnger í dag vísir, at tað verða ikki so stórar broytingar, sum kanningin, ið Dimmalætting kunngjørdi mánadagin. Kanningin líkist meira kanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku.
Sambært kanningini hjá Gallup verður úrslitið hetta:
Fólkaflokkurin 6 (-1)
Sambandsflokkurin 8 (+1)
Javnaðarflokkurin 7 (-)
Sjálvstýrisflokkurin 2 (+1)
Tjóðveldi 8 (-)
Miðflokkurin 2 (-)
Miðnámsflokkurin 0
Í kanningini hevur Gallup spurt 504 fólk.
Seinnapartin í morgin kemur Sosialurin við enn eini døggfrískari veljarakanning.