Í allan fyrrapart hevur landsstýrisfundur verið, har mótstríðandi útsøgnirnar hjá landsstýrismonnunum Jenisi av Rana og Jacob Vestergaard hava verið á dagsskránni.
Jenis hevur sagt, at hann ikki vil koppsetast, tí hann stúrir fyri fylgisjúkum, meðan Vestergaard ikki meinar, at vit skulu lata danir seta ein NATO-radara upp á Sornfelli, men at Føroyar í staðin eiga at seta hann upp og reka hann sjálvar.
Nú er fundurin liðugur, og fyri løtu síðani greiddi løgmaður frá í útvarpinum hjá KVF, hvat fundurin endaði við. Men eingin endalig niðurstøða kom burturúr, sambært løgmanni.
– Eg gjørdi púra greitt, at vit eru eitt landsstýri við sjey landsstýrisfólkum, sum fyrisita hvør sítt málsøki. Tá man er í einum landsstýri, má man arbeiða eftir teimum premissunum, sum eru har. Tað merkir, at man fyriheldur seg til sítt egna økið, segði løgmaður við Kringvarpið.
Løgmaður harmast um útsøgnina hjá Jacob Vestergaard, fiskivinnumálaráðharra, um radaran, tí hendan er greitt í stríð við tað, sum landsstýrið arbeiðir við.
– Vit mugu fáa eina avkláring frá flokkunum, um teir vilja hava ein radara ella ikki. Tað verður nakað, sum flokkarnir mugu koma við afturmeldingunum um, segði løgaður við KVF.
Bárður á Steig Nielsen segði seg samstundis ikki vita, um mótstríðandi útsøgnirnar hjá Jenisi og Jacob fara at fáa nakrar avleiðingar.